KAKUMiKS

VIT LEITA EFTIR LUTTAKARUM TIL KAKUMiKS!
16-09-2025
Vit leita eftir nýggjum luttakara til næsta umfar av KAKUMiKS!

MiKS leitar eftir luttakarum í aldrinum 9-14 ár til annað umfar av KAKUMiKS!

Dámar tær væl at baka? Vilt tú, saman við einum vini, kappast um at baka lekkrastu og flottastu kakurnar? 

So takið upp við telefonini, ímeðan tit baka og greiðið frá, hvat tit gera, og hvørji tit eru. Minnist til at filma lodrætt. 

Vit leita eftir børnum og ungum, sum elska at baka og hava hug at vera í sjónvarpinum. 

Sendið filmin til kkg@kvf.fo á ókeypis forritinum Wetransfer.

Tit eru vælkomin at skriva til okkum, um tit hava spurningar.

Seinasta freist at senda filmin er 1. okt. 

Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum!

Henda sending er ikki tøk á heimsíðuni..

Vanliga eru tvær orsøkir til at ein sending ikki er tøk:

  • Sendingin er ikki frígivin enn.
    Hetta merkir vanliga at sendingin er ávegis..
    Royn aftur um eina løtu. Vanligt er, at sendingar ikki eru tøkar á netinum fyrr enn sendingin verður send í sjónvarpinum.
  • Sendingin er tikin av heimasíðuni
    Sendingar eru vanliga bert tøkar í eitt ávíst tíðarbil.
    Tað er ymiskt hvussu longi sendingar eru tøkar - sendingar, ið KvF ikki sjálvt hevur framleitt eru bert tøkar í styttri tíðarbil.

KAKUMiKS

KAKUMiKS er bakikapping, har 16 børn, tvey á hvørjum liði, baka kakur og kappast ímóti hvørjum øðrum. Tey mugu brúka alla sína vitan og góða handverk fyri at koma heilt til finaluna.

Finala í Kakumiks 2
01-05-2026
2.hálvfinala í Kakumiks 2
24-04-2026
1.hálvfinala í Kakumiks 2
17-04-2026
4. innleiðandi umfar í KAKUMiKS 2!
10-04-2026
3. innleiðandi umfar í KAKUMiKS 2!
03-04-2026
2. innleiðandi umfar í KAKUMiKS 2!
27-03-2026
1. innleiðandi umfar í KAKUMiKS 2!
20-03-2026
Finalan í KAKUMiKS!
16-05-2025
Onnur hálvfinala í KAKUMiKS!
09-05-2025
Fyrra hálvfinala í KAKUMiKS!
02-05-2025
4. innleiðandi umfar í KAKUMiKS!
25-04-2025
3. innleiðandi umfar í KAKUMiKS!
11-04-2025