- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lyst
Fyrsta innslag hyggja vit nærri at skaldsøgur, sum nevna veruligar persónar. Løgfrøðingur metir, hvussu langt listarliga frælsi at skriva um fólk gongur.
Annað innslag snýr seg framsýningina í Listaskálanum. Listasavn Føroya hevur heiðrað Sigruna Gunnarsdóttir við afturlítandi framsýning.
Triða innslag er ein reportasja úr gomlu Kommandørhúsunum yviri við Strond í Havn. Navnið er broytt til Hotel Havgrím, og hotellið tekur skap.

Lyst
Mentanarsending, ið varpar ljós á aktuella listapallin. Vit lýsa við listarlig viðurskifti og listarfólk, ið gera um seg í samfelagnum.
Sendingin verður send í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld eftir Dag & Viku. Finnur Koba og Hallur Thomsen gera sendingina.