- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minnist tú enn?
Seinast í 60-árunum hendir aftur eitt stílskifti. Fólkatónleikurin otar seg fram. Í Føroyum gongur bólkurin Rabbits nýggjar leiðir við fleirraddaðum sangi og akustiskum spæli. Annað rák er, at bólkar og einstaklingar vilja nú í størri mun skapa sítt egna. Debess & Petersen lata fyrst í 70-árunum frá sær tvær EP-plátur við tekstum og løgum, sum teir sjálvir gera.
Ávirkanin av Donovan og Bob Dylan er týðilig. Instrumenteringin er einfaldari, og yrkt verður um evni, ið kennast ungdóminum viðkomandi og svalandi. Um somu tíð kemur Harkaliðið. Tey prika við sínum samfelagsrevsandi kabarettvísum, og LP-plátan frá 1971 við modernaðum nýtulkingum av uppruna føroyskum kvæða- og vísuløgum er ógvuliga slóðbrótandi, og vekir eisini ans í øðrum londum.
Harkaliðið er til dømis fleiri ferðir á palli í donskum sjónvarpi fyrst í sjeytiárunum. Tíðarandin tykist vera fyri nýggjum føroyskum upprunatilfari og einum nývaktum medviti fyri tí etniska arvinum.
Hans Petur Hansen og Suni Merkistein leggja til rættis.

Minnist tú enn?
Sjónvarpssending frá 2014. Sjónvarpsrøðin "Minnist tú enn?" fevnir um hálva øld í føroyskum tónleikalívi. Lagt verður fyri í 1956, tá ið undangongumenninir Simme Jacobsen og Birni Dam á veg til Føroyar við Tjaldrinum smíða skrokkin til sangin um "Rasmus". Tað er neistin, sum festir í. Brátt er tann rútmiski tónleikurin í Føroyum tendraður.
Í trettan sendingum verður gongdin innan fólksliga undirhaldstónleikin í Føroyum lýst fram til 2006.