- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minnist tú enn?
Føroyar eru miðskeiðis í 80-árunum ein sjóðpottur av yðjandi lívi. Samfelagsbúskaparliga spruttkókar, og um alt landið flýtur yvir í vælferð. Hetta eru eisini spennandi ár í føroyskum tónleikalívi.
Vit fáa Jazz-, fólka-, og blues festivalin, Ólavsøkukonsertina og fyrsta sangleikin. Kalda kríggið tekur at halla, men enn valdar beiskt stríð millum vinstra- og høgravongin. Í mentanarradikala umhvørvinum í Føroyum birtist nýggjur tónleikabólkur, Frændur, ið brátt vinnur fólksins tokka við sínum fólkapoppi og føroysku tekstum.
Nógvur nýggjur føroyskur tónleikur kemur í ljósmála. Georg Eystan Á er millum teir útgávuvirknastu. LP-plátan "Intro" frá 1988 man vera høvuðsverk hansara. Martin Joensen hevur millum pláturnar hjá Vestmonnum eisini avlopsorku til at lata frá sær fyrstu eginútgávuna í 1985. Á henni finna vit perluna "Morgun."
Ein annar varði hesi árini er plátan "Les Iles Féroé" frá 1987. Hon hevur rættan altjóða ljóm og líkist ikki øðrum føroyskum útgávum. Óli Poulsen og Jákup Marnar Anthoniussen eru høvuðsmenninir á plátuni, sum áhugi eisini er fyri í Danmark.
Í 1988 kemur hon endiliga - plátan "Gaman og álvara" hjá Hanus G. Johansen við løgum, ið hann hevur smíðað til yrkingar hjá Pól F, og sum hann í nøkur ár hevði hugtikið føroyingar við á konsertum.
Hans Petur Hansen og Suni Merkistein leggja til rættis.

Minnist tú enn?
Sjónvarpssending frá 2014. Sjónvarpsrøðin "Minnist tú enn?" fevnir um hálva øld í føroyskum tónleikalívi. Lagt verður fyri í 1956, tá ið undangongumenninir Simme Jacobsen og Birni Dam á veg til Føroyar við Tjaldrinum smíða skrokkin til sangin um "Rasmus". Tað er neistin, sum festir í. Brátt er tann rútmiski tónleikurin í Føroyum tendraður.
Í trettan sendingum verður gongdin innan fólksliga undirhaldstónleikin í Føroyum lýst fram til 2006.