Minnist tú enn?

Nýggjar avbjóðingar
22-05-2019
Moirae, Mark No Limits, Taxi og Lena, 1995-1999

Rútmiski tónleikurin í Føroyum er miðskeiðis í 90-árunum fyri eini kollveltandi vend. Tá ganga Norðurlandahúsið, Føroya Undirhaldstónleikafelag, Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya saman um tónleikakappingina Prix-Føroyar.

Tiltakið, sum er annaðhvørt ár, fer av bakkastokki í 1995. Ansurin fyri hesum átaki er ovurstórur frá fyrsta degi. Ungdómar leita nú saman í tónleikabólkar sum aldrin fyrr, og nýggir sangir verða skrivaðir í hópatal. Ikki færri enn 28 bólkar eru við fyrsta árið, og talið økist í árunum, sum koma.

Sendingar verða gjørdar um undanumførini, og sent verður beinleiðis frá finaluni í Norðurlandahúsinum. Tónleikabólkarnir koma nú inn í hvørja stovu í landinum. 

Vit fáa í hesum parti søguna um bólkarnar, sum vunnu Prix-Føroyar fyrstu tríggjar ferðirnar - Moirae í 1995, Mark No Limits í 1997 og Taxi í 1999. Hetta eru samstundis uppgonguár í Føroyum eftir lemjandi kreppuna fyrst í 90-unum. Áræði og bjartskygni merkist aftur á fólki. Samfelagshjólini fara aftur at mala sum vant, og føroyingar flyta so smátt heimaftur at búgva.

Ein, ið flutti heim í kreppuárum, er gávaða songkvinnan Lena Anderssen. Og tá ið hon í 1997 hitti tann ikki minni gávaða Niclas Johannesen, er ein hin mest spennandi duettin í føroyskum tónleiki veruleiki. Lena og Niclas leggja nógv fyri og lata frá sær fleiri dygdarútgávur, sum eisini vekja ans uttanlands. Tey eru eisini eitt rend í studio 2 í heimskendu upptøkuhølunum á Abbey Road í London, har The Beatles tóku upp sínar sangir í 60-unum.

Hans Petur Hansen og Suni Merkistein leggja til rættis.

Minnist tú enn?

Sjónvarpssending frá 2014. Sjónvarpsrøðin "Minnist tú enn?" fevnir um hálva øld í føroyskum tónleikalívi. Lagt verður fyri í 1956, tá ið undangongumenninir Simme Jacobsen og Birni Dam á veg til Føroyar við Tjaldrinum smíða skrokkin til sangin um "Rasmus". Tað er neistin, sum festir í. Brátt er tann rútmiski tónleikurin í Føroyum tendraður.

Í trettan sendingum verður gongdin innan fólksliga undirhaldstónleikin í Føroyum lýst fram til 2006.

Simme og Ljómlið & Tey av Kamarinum, 1956-1962.
06-03-2019
  •