- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minnist tú enn?
Ein seinromantisk tjóðskapar- og mentanarveking breiðir seg um Føroyar um aldamótið 2000. Fullveldissamgongan setur politisku dagsskránna. Í kjalarvørrinum á hesum rembingum birtist eitt nýtt tónleikarák í Føroyum.
Ansurin fyri fornu kvæða- og sangmentanini vaknar millum ungfólk. Bólkurin Týr slóðar fyri við sínum kvæðarokki.
Kring felagsskapin Grót, sum hevur tilhald í Losjuni í Gøtu, kyknar upp ein heilt nýggj rørsla. Her savnast ungdómur, sum er medvitin um, at tónleikur er annað enn undirhald. Í hesum umhvørvi sprettir millum annað bólkurin Clickhaze, sum er mannaður við ógvuliga gávuríkum ungfólki.
Annað orkestur, sum eisini er ávirkað av tjóðskaparliga rákinum, er havnarbólkurin 200. Teir spæla harðan rokktónleik og eru mest av øllum punkarar við ógvuliga provokerandi sangum.
Um somu tíð stígur fram blaðungur drongur við óvanliga góðum sanggávum. Brandur Enni er so vælumtóktur við sínum dárandi poppsangum, at javnaldrar bæði í Íslandi og Danmark fjeppast uppi í honum. Føroyar hava fingið sína fyrstu barnastjørnu.
Hans Petur Hansen og Suni Merkistein leggja til rættis.

Minnist tú enn?
Sjónvarpssending frá 2014. Sjónvarpsrøðin "Minnist tú enn?" fevnir um hálva øld í føroyskum tónleikalívi. Lagt verður fyri í 1956, tá ið undangongumenninir Simme Jacobsen og Birni Dam á veg til Føroyar við Tjaldrinum smíða skrokkin til sangin um "Rasmus". Tað er neistin, sum festir í. Brátt er tann rútmiski tónleikurin í Føroyum tendraður.
Í trettan sendingum verður gongdin innan fólksliga undirhaldstónleikin í Føroyum lýst fram til 2006.