- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minnist tú enn?
Stóra skiftið í føroyskum tónleiki frá harmonikuljómi úr dansistovum kring landið og væl umtókta blásaraljómliðnum Gogguni í Havn er miðskeiðis í 50-árunum.
Ungfólk í Havn leitaðu tá saman í serstakt felag at vekja ansin fyri tónleiki. Í gula húsinum ovast uppi í Niels Finsensgøtu húsaðist Tónleikafelagið.
Hesin felagsskapur fekk ivaleyst stóran týdning sum klekingardepil hjá teimum, sum royndu at gera sítt egna. Í hesum umhvørvi birtust slóðarar sum Simme Jacobsen, Birni Dam og Tey av Kamarinum. Tey fóru at skriva føroyskar sangir og framføra teir.
Tónleikurin er fólkapoppur við drøgum úr country, jazzi og latínamerikanskum rútmum. Aðrir tilburðir gera eisini mun. Í 1957 verður Útvarp Føroya sett á stovn og fer undir regluligar sendingar.
Samstundis fer plátuhandilsmaðurin Hansemann Tórgarð í Havn at taka upp nýggjar føroyskar sangir og geva teir út á plátu. Vit hoyra um fyrstu føroysku plátuútgávurnar seinnapartin í 50-árunum og fyrst í 60-árunum.
Hesi árini koma í ljósmála fleiri nýggir føroyskir sangir, ið eru vorðnir fólkaogn. Sangurin "Rasmus" er at hoyra aðrastaðni enn bara í Føroyum, og verður endurinnspældur bæði í Danmark, Noregi, Íslandi og Svøríki.
Í hesum fyrsta partinum fáa vit søguna um tey, sum løgdu lunnar undir tann nýggja popptónleikin í Føroyum.

Minnist tú enn?
Sjónvarpssending frá 2014. Sjónvarpsrøðin "Minnist tú enn?" fevnir um hálva øld í føroyskum tónleikalívi. Lagt verður fyri í 1956, tá ið undangongumenninir Simme Jacobsen og Birni Dam á veg til Føroyar við Tjaldrinum smíða skrokkin til sangin um "Rasmus". Tað er neistin, sum festir í. Brátt er tann rútmiski tónleikurin í Føroyum tendraður.
Í trettan sendingum verður gongdin innan fólksliga undirhaldstónleikin í Føroyum lýst fram til 2006.