- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndlist í Føroyum
Eftir seinna heimsbardaga komu teir føroyingar heimaftur, sum vóru staddir í Danmark undir krígnum. Millum teirra var eitt nýtt og ungt ættarlið av listafólkum, sum av álvara hevði ment seg í útlegdini. Tey vóru full av góðum vónum - eldhugað og sinnað at virka fyri eini nýggjari framtíð. Sum frá leið vaks fram eitt listarligt umhvørvi í høvuðsstaðnum. Í sendingini hoyra vit um tey listafólk og teir persónar, ið myndaðu hetta umhvørvið í áratíggjunum eftir kríggið. Millum onnur Jack Kampmann, Bent Restorff, Janus Kamban og Mikines, sum gjørdu eina roynd at búseta seg aftur í Føroyum. Vit hoyra eisini um persónar, sum høvdu avgerandi týdning fyri menningina av listini, millum aðrar Nonnegaard-Pedersen.

Myndlist í Føroyum
Myndlistin list tók seg upp seint í 19. øld í sambandi við, at føroyingar fóru at geva náttúru síni gætur. Ein vaksandi tjóðskaparkensla bar í sær, at landslagið gjørdist listarligt myndevni, fyrst í skaldskapi - føðilandssongum, sum í dag eru fólkaogn - og síðani í myndlist. Eftir eitt tríati ára skeið við slóðbrótandi amatørvirksemi komu tey fyrstu professionellu listafólkini fram miðskeiðis í tríatiárunum. Eftir kríggið trinu fram mong nýggj gávurík listafólk, og hesi seinastu 50 árini kunnu vit stafesta, at myndlistin er vorðin ein týðandi listagrein í Føroyum. Talan er um dokumentarsending í 11 pørtum. Skrivað og lagt til rættis fyri SvF: Bárður Jákupsson. Programmleiðsla: Ivan Niclasen.










