- Tíðindi, mentan og ítróttur
Salka Valka
Aftur í havn. Jemen var fyrsta arabiska land, sum Salka Valka vitjaði á ferðini kring knøttin. Fólkini í landinum vóru fryntlig og manningin fekk høvi at kunna seg við nýggjar siðir. Eitt nú kundu kvinnurnar á Salku Valku ikki ganga í landi í stuttum buksum, tí fólk í Jemen eru trúgvandi muslimar. Ferðin gjøgnum Reyðahavið móti Suezveitini var bæði drúgv og trupul, tí hann var norðan í ættini so at siga alla tíðina. Loksins fingu tey tó sagt Afrika farvæl, tá tey komu í Miðjarðarhavið. Síðani var silgt næstan út í eitt til Gibraltar, har nýggj manning mynstraði umborð. Ferðin norður gjøgnum Atlantshavið gekk væl, og eftir at hava verið í Norra setti Salka Valka kós móti heimstaðnum Sandi, hagar báturin kom á Ólavsøku í 1999.
Lagt til rættis: Durita Holm og Erik Torjusen. Kipt: Bjarnheðin í Hoyvík.

Salka Valka
Ferðarøðin Salka Valka kring knøttin er frá 2000.
Lagt til rættis: Durita Holm og Erik Torjusen.