- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sement
Sent varð beinleiðis frá finaluni í Sement 2023, ið var send frá Reinsarínum í Havn. .
17 bólkar vóru til tey trý innleiðandi umførini, sum hava verið, og seks bólkar spældu seg víðari í finaluna. Teir vóru Aggrasoppar, Tormóður, Nimbus Tópus, Dóttir, Benjamin Rajani og Eimyrja.
Ungdómstoymið BIIT sendir beinleiðis frá Sement.
Seks bólkar og einstaklingar kappast. Ungdómstoymið Biit stendur fyri framleiðsluni. Biit-toymið stendur fyri øllum. Tað merkir, at alt frá vertum til kamerafólk og framleiðara eru ung fólk, sum eru knýtt at ungdómstoyminum.

Sement
Tónleikakappingin Sement verður fyriskipað á hvørjum ári. Tað er Tórsgøta í Havn, ið skipar fyri. Endamálið við kappingini er at geva einstaklingum og bólkum eina lopfjøl inn á tónleikapallin. Ungdómstoymið BIIT sendir beinleiðis frá Sement.