Sendingar (teknmálstulkað)

Tá lívið gerst ov tungt - teknmálstulkað
30-09-2025

Í samband við landsinnsavningina hjá MEGD 25. mei, senda vit sendingar úr savninum, ið á onkran hátt snúgva seg um limir ella limafeløg hjá MEGD.

Hvørt ár velja millum tveir og tríggir føroyingar at taka sítt egna lív. Hetta talið er lægri enn í okkara grannalondum, men fyri hvørt menniskjað, ið tekur hesa avgerð, sita familja, vinir og onnur avvarðandi eftir. Her er søgan um nakrar føroyingar, sum hava upplivað eitt sjálvmorð tætt inn at lívinum. Sendingin hittir eina móðir, ein maka, tvey systkin og ein, sum yvirlivdi eina sjálvmorðsroynd. Eftir sendingina er kjak við Tórmóði Stórá, sálarlækna.

Lagt til rættis: Heini í Skorini

Sendingar (teknmálstulkað)

Teknmálstulkaðar sendingar og sendirøðir av ymsum slagi eru at finna her.