- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spælivinir
Úr savninum: Spælivinir 1:4
14-09-2025
- føroysk røð frá 2001
Ólavur Hátún. Vit kenna hann sum kórleiðara og tónleikamann, og hansara hvassa penn hava vit ofta upplivað í lesarabrøvum í bløðunum.
Men har er eisini annað aftan fyri tann almenna Ólav Hátún, og tað hoyra og síggja vit meira um í hesu fyrstu sendingini við heitinum Spælivinir. Við sær í studio hevur Ólavur ein part av Havnarkórinum.
Eitt húsorkestur er eisini við í sendingini. Tað er mannað við Kim Hansen, Rógva á Rógvu, Herluf Lutzen og Edvard Nyholm Debess.
Vertur: Edvard Nyholm Debess.
Lagt til rættis: Ivan Niclassen.

Spælivinir
- føroysk røð frá 2001



