Speki

Speki, 03.12.2008
04-06-2021

Speki

Savnssending

 

Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera.

Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti.

Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum.

 

Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steðg í nøkur ár, nú tikin upp aftur. Sum so er Speki í somu sjangru sum fyrilestrar á eitt nú DK4, BBC Open University, TED.Com og Danskernes Akademi, sum er at síggja á DR2. Síðstnevnda røðin byrjaði í 2010.

 

Kringvarp Føroya er ein av týdningarmestu mentanarstovnunum í Føroyum. Tí er tað at miðla vitan ein týðandi táttur í public-service tilboðnum hjá Kringvarpinum.

 

Slag av sending: Sjónvarpsfyrilestrar

 

Málbólkur: 20+, áhugað í vísindum og vitan

 

Sendilongd: 20 min.

 

Samskipari fyri Fróðskaparsetrið er Anna Katrin Matras, annakm@setur.fo

 

Samskipari fyri Kringvarpið er Ivan Hentze Niclasen, in@kvf.fo

04-06-2021
04-06-2021
04-06-2021
Fyrilestur hjá Knud Simonsen, havfrøðingi
25-06-2014
Fyrilestur hjá Ingu Kristiansen, lívfrøðingi
18-06-2014
Fyrilestur hjá Kirstin Eliasen, Ph.D., havlívfrøðingi
11-06-2014
Fyrilestur hjá Unu Matras, lívfrøðingi
04-06-2014
Fyrilestur hjá Ásu Jacobsen, Ph.D. lesandi í biotøkni
28-05-2014
Fyrilestur hjá Karin Margrethu H. Larsen, havfrøðingi
21-05-2014
Fyrilestur hjá Peturi Steingrund, fiskifrøðingi
07-05-2014
Fyrilestur hjá Ásu Johannesen, granskara
30-04-2014