Speki

Speki: Veikur bindivevnaður í fiskaflaki
28-05-2014
Fyrilestur hjá Ásu Jacobsen, Ph.D. lesandi í biotøkni

Flakið av summum fiskasløgum hevur viðhvørt hol og rivur í sær. Hetta er ein góðskutrupulleiki, ið merkir at vøran hevur minni søluvirði. Grundleggjandi orsøkin til hetta fyribrygdi er ókend, hóast royndir og gransking hava víst á ymiskt, ið hevur ávirkan.

Fyrilesturin greiðir frá eini verkætlan, ið hevur til endamáls við biotøkni at lýsa munin á bindivevnaði við og uttan hesi hol og rivur.

Speki

Savnssending

 

Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera.

Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti.

Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum.

 

Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steðg í nøkur ár, nú tikin upp aftur. Sum so er Speki í somu sjangru sum fyrilestrar á eitt nú DK4, BBC Open University, TED.Com og Danskernes Akademi, sum er at síggja á DR2. Síðstnevnda røðin byrjaði í 2010.

 

Kringvarp Føroya er ein av týdningarmestu mentanarstovnunum í Føroyum. Tí er tað at miðla vitan ein týðandi táttur í public-service tilboðnum hjá Kringvarpinum.

 

Slag av sending: Sjónvarpsfyrilestrar

 

Málbólkur: 20+, áhugað í vísindum og vitan

 

Sendilongd: 20 min.

 

Samskipari fyri Fróðskaparsetrið er Anna Katrin Matras, annakm@setur.fo

 

Samskipari fyri Kringvarpið er Ivan Hentze Niclasen, in@kvf.fo

20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
04-06-2021
04-06-2021
04-06-2021