- Tíðindi, mentan og ítróttur
Speki
Reyðæti er høvuðsføði hjá teimum stóru ferðandi stovnunum av sild og makreli. Hesi fiskasløgini koma í stórum tali í havøkið norðan fyri Føroyar um summarið fyri at eta reyðæti.
Tað er reyðæti sum avger, hvussu stórir hesir stovnar av uppsjóvarfiski kunnu vera. Seinastu árini eru broytingar hendar í vistskipanini í havøkinum norðan fyri Føroyar.
Størri nøgdir av uppsjóvarfiski ferðast til okkara leiðir og verða verandi í eitt longri tíðarskeið, samstundis sum nøring og nøgd av reyðæti eru broytt.
Liviumstøðurnar hjá reyðæti eru tengdar at havfrøðiligum viðurskiftum og gróðrinum í sjónum, samstundis sum nøgdirnar av reyðæti eisini ávirkast av føðitrýsti frá fiskinum.
Kunnleiki til hetta samanspælið millum umhvørvið, reyðætið og uppsjóvarfiskin er týdningarmikil fyri at kunna meta um framtíðarvánirnar hjá reyðæti og uppsjóvarfiski í føroyskum havøki.

Speki
Savnssending
Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera.
Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti.
Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum.
Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steðg í nøkur ár, nú tikin upp aftur. Sum so er Speki í somu sjangru sum fyrilestrar á eitt nú DK4, BBC Open University, TED.Com og Danskernes Akademi, sum er at síggja á DR2. Síðstnevnda røðin byrjaði í 2010.
Kringvarp Føroya er ein av týdningarmestu mentanarstovnunum í Føroyum. Tí er tað at miðla vitan ein týðandi táttur í public-service tilboðnum hjá Kringvarpinum.
Slag av sending: Sjónvarpsfyrilestrar
Málbólkur: 20+, áhugað í vísindum og vitan
Sendilongd: 20 min.
Samskipari fyri Fróðskaparsetrið er Anna Katrin Matras, annakm@setur.fo
Samskipari fyri Kringvarpið er Ivan Hentze Niclasen, in@kvf.fo