Suðuroyartunnilin og skuggatølini

Suðuroyartunnilin og skuggatølini
28-04-2025
Suðuroyartunnilin og skuggatølini er sjónvarpsdokumentarur um Suðuroyartunnilin.

Sendingin lýsir fleiri tættir í sambandi við verkætlanina, eitt nú hvussu tað ávirkar umhvørvið, har sum tunnilin kemur upp, hvussu trygdarstøðið er í tunlinum, og hvussu tað ávirkar okkara búskap at gera eina so stóra íløgu. 

Hvørji krøv til trygd verða fylgd aðrastaðni, og hvat gera vit herheima?

Í løtuni liggur eitt lógaruppskot í tinginum, sum heimilar P/F Suðuroyartunlinum at gera hetta: projektera og bjóða út vegagerð á Sandi og í Suðuroynni, at projektera ein tunnil úr Sandvík til Hvalbiar og at gera ein undirsjóvartunnil úr Skarvanesi til Sandvíkar. Ætlanin er at seta í alt 200 milliónir av í 2025 og 2026 til at projektera og bjóða Suðuroyartunnilin út.

Suðuroyartunnilin og skuggatølini

Sendingin lýsir fleiri tættir í sambandi við verkætlanina, eitt nú hvussu tað ávirkar umhvørvið, har sum tunnilin kemur upp, hvussu trygdarstøðið er í tunlinum, og hvussu tað ávirkar okkara búskap at gera eina so stóra íløgu. 

Hvørji krøv til trygd verða fylgd aðrastaðni, og hvat gera vit herheima?

Lagt til rættis: Marjun Dalsgaard og Jógvan Eli Dam

Suðuroyartunnilin og skuggatølini er sjónvarpsdokumentarur um Suðuroyartunnilin.
28-04-2025