- Tíðindi, mentan og ítróttur
Upp á gólv
Upp á gólv ólavsøkuaftan 2020
28-07-2020
- føroyskur dansur úr Hornahúsinum
Kringvarpið hevur aftur í ár tikið upp kvæði, vísur og tættir at senda í sjónvarpinum.
Tey trý dansifeløgini, Dansifelagið á Latrinum, Tøkum Lætt og Dansifelagið í Havn, dansaðu og kvóðu í januar í Hornahúsinum seks kvæði. Fleiri av teimum hevur kringvarpið ikki í savni sínum.
Á ólavsøku fara vit at hoyra Dvørgamoy I, Brúsajøkils kvæði, Silvurlín, Det er i nat en vågenat og Brókatátt.
Hetta er fimtu ferð, at Sláið Ring og Kringvarp Føroya skipa fyri upptøkum saman. Tríggjar ferðir í Reinsarínum í Tórsgøtu, eina ferð í Skálanum í Klaksvík og nú í Hornahúsinum.

Upp á gólv
Vit fara upp á gólv at kvæða.
Føroyskur dansur í Skálanum í Klaksvík trettandakvøld 2020
06-01-2020
Í samband við 60 ára føðingardagin hjá Kringvarpi Føroya, skipaðu Kringvarpið og Sláið ring fyri kvæðaupptøkum.
01-08-2017
Í samband við 60 ára føðingardagin hjá Kringvarpi Føroya, skipaðu Kringvarpið og Sláið ring fyri kvæðaupptøkum.
01-08-2017
Í samband við 60 ára føðingardagin hjá Kringvarpi Føroya, skipaðu Kringvarpið og Sláið ring fyri kvæðaupptøkum í Reinsarínum í Havn.
27-02-2017