- Tíðindi, mentan og ítróttur
Upp á gólv
Upp á gólv
08-01-2023
Ung í dansi leggja fyri við at kvøða Gentukæti, Elin Maria Olsen skipar. Klaksvíkar dansifelag kvøður Ólav hin heilaga, Jóhannes Jacobsen skipar. Síðan kvøður Tøkum lætt "De røvere tolv", Jón Durhuus skipar. Ung í dansi standa fyri tí, sum eftir er av kvøldinum. Tey kvøða "Nú liggur ein kavafonn tindi á" dansispæl: Gamla keta, skipari Jón Rói Høgnesen. Ribolt er en grevesøn, dansispæl: Sandoyardansur, Kristian Jacobsen skipar. Anna Maria Nattestad skipar Hørpurímu, dansispæl:Bandadansur. Tey enda við: Ríða Ediling.

Upp á gólv
Vit fara upp á gólv at kvæða.