- Tíðindi, mentan og ítróttur
Úr Sjarpholinum til Bangkok
Úr Sjarpholinum til Bangkok (1:5)
11-02-2026
Í fyrstu sending fylgja vit við, tá ið skipið var bygt, tá tað fór fyrsta royndartúrin, og tá tað fór av Havnini leygarkvøldið 17. august 1996. Vit hoyra síðani um, hvussu gekk niður til Suezveitina, eystur gjøgnum veitina og út í Reyðahavið.
Lagt til rættis: Zacharias Hammer.

Úr Sjarpholinum til Bangkok
- føroysk dokumentarrøð frá 1997
Í fimm sendingum fara vit til Teilands við umhvørvisskipinum Densuddhi.
Tórshavnar Skipasmiðja smíðaði skipið, sum sigldi av Havnini 17. august í 1996. Túrurin yvir tók góðar 6 vikur. Ernst Kass var skipari, Hilmar Kass, stýrimaður, Tórarinn Didriksen, maskinmaður og Zacharias Hammer, kokkur.



