- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vigdís
Vigdís stillar upp til forsetavalið í Íslandi eftir nógva tileggjan frá fólki. Nógv halda tó, at tankin um eina staka mammu sum forseta er vitleysur.

Vigdís
Røðin sigur frá sonnu søguni um Vigdís Finnbogadóttir, høviska perfektionistin, sum ger uppreistur ímóti norminum. Hon er ein vanlig genta, sum vil hava somu møguleikarnar sum yngri beiggi sín. Vigdís er dramarøð í fýra pørtum um hesa einastandandi kvinnu, hennara sigrar og sorgir, um vantandi sjálvsálit og um djørvu avgerðina at stilla upp til forsetavalið í 1980, tá ið javnrættindi enn vóru langt úr eygsjón. Vigdís gerst fyrsta kvinna í heiminum, sum verður vald til forseta. Ein hugvekjandi søga um vón og integritet.