Vísindavøka - Fyrilestrar

Vísindavøka '23 - Noomi O. Gregersen, FarGen
28-11-2023
FarGen – fyrstu úrslitini

Noomi Oddmarsdóttir Gregersen er verkætlanarleiðari fyri FarGen. Hon hevur ph.d. í mýlskari lívfrøði frá Aarhus Universiteti.

Noomi Oddmarsdóttir Gregersen fer í framløguni at greiða frá FarGen 2 verkætlanini, sum savnar inn tilfar og fær kanningar í lag, ið skulu menna persónlagað medisin í Føroyum. Í framløguni verður dentur serliga lagdur á fyrstu úrslitini frá biokemisku kanningunum.

Vísindavøka - Fyrilestrar

Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.

Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa. 

Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.

Eina Hansen Eliasen: Kognitivar broytingar frá 70 til 80 ára aldur - úrslit frá føroysku sjeytiára-kohortuni
09-04-2025
Torstein Balle: Ávirkan av vindorkuforsøgnum á hitagoymsluskipanir í Føroyum
09-04-2025
Noomi í Dali: Klædnapløggini - Anna Maria 1807
09-04-2025
Annika Helgadóttir Davidsen: Psykososiala arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum arbeiðstakarum
09-04-2025
Sissal Vágsheyg Erenbjerg: Føroyskar fjarðaprosessir - samband millum føroyskar firðir og landgrunnin kannað við FarCoast
09-04-2025
Dhiraj Krishna: eDNA/eRNA-based Pathogen Detection in Water and Air
09-04-2025
Sjúrður Hammer: Skúgvurin - í føroysku vistskipanini
09-04-2025
Pál Weihe: Umhvørvisgransking tey seinastu 40 árini
09-04-2025
Elsa Fróðadóttir Helmsdal: Berarakanning fyri ílegusjúkur - Hvat halda føroyingar?
09-04-2025
Niclas Eysturoy: Ein kanning av títtleika, etiologi og ávirkan
09-04-2025
Birita Arge: Dygd á føroyskum dagstovnum
29-01-2025
Inga Kristiansen: Hví er djóraætið týdningarmikið?
29-01-2025