Vísindavøka – fyrilestrar

Vísindavøka '24 - Rógvi Olavson, Fróðskaparsetrið
28-01-2025
Rógvi Olavson: Smátt men sterkt - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum

Rógvi Olavson er samfelagsfrøðingur og ph.d. lesandi á Fróðskaparsetrinum. Hann granskar í samfelagstreysti og politiskari kreppustýring.

Framløgan hjá Rógva Olavson snýr seg um, hvat ið ger seg galdandi, tá ið eitt land klárar seg væl ella illa gjøgnum eina kreppu. Eitt nú kláraðu Føroyar seg lutfalsliga væl gjøgnum COVID-19. Orsøkirnar eru nógvar, men serliga skjótleiki og álit hava stóran týdning.

Vísindavøka – fyrilestrar

Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.

Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa. 

Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.

Magni Laksáfoss: Hvar loysir tað seg best at fiska við línu?
27-10-2025
Elsa Fróðadóttir Helmsdal: Grindadráp - Hvat halda føroyingar?
27-10-2025
Tór Marni Weihe: At sigla millum skerini í heimspolitikki - Møguleikar og avbjóðingar hjá smátjóðum
27-10-2025
Jana Ólavsdóttir: Boring eftir grundvatnsringstreymi á Glyvrum
27-10-2025
Shouryya Ray: Ávegis móti framtíðar tilfari og tøkni við kvantufeltteori
27-10-2025
Andrias Klein Gregoriussen: Hvussu ger mann eitt veðurmodell?
27-10-2025
Barbara Scalvini: Smáar dátur, stórir dreymar - At menna vitlíki til føroyska málið
27-10-2025
Tróndur Møller Sandoy: Frá floksfelaga til starvsfelaga - Ávirkanin av floksfeløgum á starvsleiði
21-10-2025
Eina Hansen Eliasen: Kognitivar broytingar frá 70 til 80 ára aldur - úrslit frá føroysku sjeytiára-kohortuni
09-04-2025
Torstein Balle: Ávirkan av vindorkuforsøgnum á hitagoymsluskipanir í Føroyum
09-04-2025
Noomi í Dali: Klædnapløggini - Anna Maria 1807
09-04-2025
Annika Helgadóttir Davidsen: Psykososiala arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum arbeiðstakarum
09-04-2025