- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka - Fyrilestrar
Elsa Fróðadóttir Helmsdal er can.san í heilsufremjan og ph.d. lesandi á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.
Framløgan hjá Elsu Fróðadóttir Helmsdal snýr seg um úrslit frá eini spurnakanning um hugburð til berarakanning fyri ílegusjúkur.

Vísindavøka - Fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.