Vísindavøka – fyrilestrar

Vísindavøka '24 - Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Firum
09-04-2025
Sissal Vágsheyg Erenbjerg: Føroyskar fjarðaprosessir - samband millum føroyskar firðir og landgrunnin kannað við FarCoast

Sissal Vágsheyg Erenbjerg hevur ph.d í telduhavfrøði. Hon arbeiðir sum granskari á Firum við at kanna  lívfrøðiligar prosessir á sjónum kring Føroyar við 3D havmodellinum FarCoast.
Framløgan hjá Sissal Vágsheyg Erenbjerg snýr seg um, hvussu havmodell og mátingar kunnu sameinast fyri at lýsa samband millum firðir og opið hav kring Føroyar.

Vísindavøka – fyrilestrar

Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.

Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa. 

Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.

Malan Marnersdóttir: Franskir og føroyskir fiskimenn hittast
27-10-2025
Elsa Fróðadóttir Helmsdal: Grindadráp - Hvat halda føroyingar?
27-10-2025
Tór Marni Weihe: At sigla millum skerini í heimspolitikki - Møguleikar og avbjóðingar hjá smátjóðum
27-10-2025
Jana Ólavsdóttir: Boring eftir grundvatnsringstreymi á Glyvrum
27-10-2025
Shouryya Ray: Ávegis móti framtíðar tilfari og tøkni við kvantufeltteori
27-10-2025
Andrias Klein Gregoriussen: Hvussu ger mann eitt veðurmodell?
27-10-2025
Barbara Scalvini: Smáar dátur, stórir dreymar - At menna vitlíki til føroyska málið
27-10-2025
Tróndur Møller Sandoy: Frá floksfelaga til starvsfelaga - Ávirkanin av floksfeløgum á starvsleiði
21-10-2025
Eina Hansen Eliasen: Kognitivar broytingar frá 70 til 80 ára aldur - úrslit frá føroysku sjeytiára-kohortuni
09-04-2025
Torstein Balle: Ávirkan av vindorkuforsøgnum á hitagoymsluskipanir í Føroyum
09-04-2025
Noomi í Dali: Klædnapløggini - Anna Maria 1807
09-04-2025
Annika Helgadóttir Davidsen: Psykososiala arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum arbeiðstakarum
09-04-2025