- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka – fyrilestrar
Frá floksfelaga til starvsfelaga - Ávirkanin av floksfeløgum á starvsleiði
Tróndur Møller Sandoy hevur ph.d. í búskaparfrøði. Hann starvast sum adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum og granskar í arbeiðsmarknaðar- og útbúgvingarbúskaparfrøði.
Tróndur Møller Sandoy fer at greiða frá eini verkætlan, ið kannar, um floksfelagar hava ávirkanir á yrkisleiðirnar hjá hvørjum øðrum. Úrslitini av verkætlanini vísa, at sambondini ímillum floksfelagar hava stóran týdning fyri, hvar lesandi fáa arbeiði, og hvussu nógv tey fáa í løn, og at hesar ávirkaninar eru galdandi nógv ár eftir lidnan lestur.

Vísindavøka – fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.











