- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka – fyrilestrar
Smáar dátur, stórir dreymar - At menna vitlíki til føroyska málið
Barbara Scalvini hevur ph.d. í teldulívfrøði. Hon starvast sum adjunktur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og granskar í viltíki til føroyska málið.
Barbara Scalvini fer at greiða frá, hvussu langt tey eru komin við at menna vitlíki til føroyska málið, og hvat ið enn restar í.

Vísindavøka – fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.











