- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka – fyrilestrar
Hvussu ger mann eitt veðurmodell?
Andrias Klein Gregoriussen er kandidatur í veðurfrøði frá Fróðskaparsetrinum og starvast á Veðurstovu Føroya.
Andrias Klein Gregoriussen fer at greiða frá, hvussu mann ger eitt veðurmodell.

Vísindavøka – fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.











