- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka – fyrilestrar
Boring eftir grundvatnsringstreymi á Glyvrum
Jana Ólavsdóttir hevur ph.d. í jarðfrøði. Hon starvast sum granskari á Jarðfeingi og adjungeraður lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og granskar millum annað í menningini av vulkanskum bassengum og goymslueginleikunum hjá ymiskum vulkanskum steinsløgum.
Jana Ólavsdóttir fer at greiða frá, hvussu borað varð eftir heitum grundvatni á Glyvrum at brúka til upphiting av Glyvra skúla.

Vísindavøka – fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.











