- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka – fyrilestrar
Grindadráp - Hvat halda føroyingar?
Elsa Fróðadóttir Helmsdal hevur masterútbúgving í heilsufremjan og er ph.d. lesandi á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum. Hon granskar í fatanum hjá føroyingum um dálkingarevni í grindahvali.
Elsa Fróðadóttir Helmsdal fer at greiða frá eini spurnarkanning um, hvat føroyingar halda um grindadráp.

Vísindavøka – fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.











