- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka – fyrilestrar
Malan Marnersdóttir er dr.phil. í føroyskum skaldsøgum eftir 1970 og er adjungeraður professari í bókmentafrøði á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Hon hevur skrivað eina røð av vísindaligum greinum um føroyskar bókmentir.
Malan Marnersdóttir fer at greiða frá frásagnum í føroyskum og fronskum skaldsøgum um, tá franskir og føroyskir fiskimenn hittust.

Vísindavøka – fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.











