- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka – fyrilestrar
Trygg og nýggj tøkni til fólk við diabetes 1 í Føroyum
Herborg Líggjasardóttir Johannesen er serlækni í hormonsjúkum og diabetes. Hon er funktiónsleiðari og yvirlækni á Steno Miðstøðini og medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Herborg Líggjasardóttir Johannesen fer at greiða frá, hvussu nógv hava diabetes 1 í Føroyum, og hvussu Føroyar hava tikið nýggja diabetes-tøkni til sín.

Vísindavøka – fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.











