William

Sveimandi ungdómsár (1:5)
14-04-2022
Sagt verður frá barna- og ungdómsárum Williams í Havn og Keypmannahavn. Keypmanssonurin kennir á sær hitt skaldsliga kallið longu frá barnaárum.

Sagt verður frá barna- og ungdómsárum Williams í Havn og Keypmannahavn. Keypmanssonurin kennir á sær hitt skaldsliga kallið longu frá barnaárum. Ætlanin hjá pápanum at fáa soninum eina handilsskúlaútbúgving verður tí av ongum. Útisetaárini saman við barndómsvinmanninum Jørgen-Frantz Jacobsen eru kortini ikki til fánýtis. Í Keypmannahavn kennir hann salta rákan av mentan og list, her hittir hann javnlíkar, og fær smakkin av øllum tí søta, sum stórbýurin lokkar við.

William stígur inn í danska bókmentaumhvørvið. Hann hittir skaldið og forlagsráðgevan Otto Gelsted, ið hjálpir honum á leið. Trý yrkingasøvn koma út í 20-árunum. Men smátt er hjá tí, sum ætlar at lívbjarga sær sum yrkjari; William fer tí aftur til Føroya og í handilin hjá pápanum í Vágsbotni.

20-árini í Havn eru trilvandi. William lesur og skrivar, hann ætlar sær at gerast skaldsøguhøvundur, men forlagið havnar tí, sum hann sendir teimum. Hann fæst eisini við at mála og smíða tónleik, hann fær áhuga fyri leiklistini og fer upp í Havnar Sjónleikarfelag. Mest reikar hann kortini millum Bacchus og Afrodite. Hann flytur heimanífrá og fær sær tilhald í barndómsheiminum í Bringsnagøtu. Har hugsavnar hann seg um sítt listarliga arbeiði, tá ið hann er leysur av dagligu uppgávunum í handlinum hjá pápanum.

William

Skaldskapur William Heinensens er týddur til fleiri enn tjúgu ymisk mál, hann varð heiðraður við fleiri bókmentaprísum, og var eisini í uppskoti til bókmentaheiðursløn Nobels.

Í dag er hann ein tann mest víðagitni føroyski rithøvundurin. 

Men William var ikki bara rithøvundur. Hann teknaði og málaði, klipti og smíðaði tónleik.

Tað hendi so nógv spennandi í æviskeiðnum hjá Williami Heinesen, at Suni Merkistein og Hans Petur Hansen settu sær fyri at dokumentera hann frá vøggu í grøv.

William er komin upp í ellisár, tá stóru viðurkenningarnar koma. Heiðursborgari, Sonning-virðisløn og líkt er til, at sjálvt Nobel-virðislønin stendur honum í boði
05-05-2022
Tveir av guddómligu máttunum, ið William sum ungur og glataður spælimaður váttaði sín alsk til - Bacchus og Eros - eru honum framvegis livandi og lívsjáttandi máttir
28-04-2022
Willian er nú vorðin listarmaður burturav. Hann kann liva av inntøkunum, ið hann hevur sum rithøvundur. Í 1965 verður hann heiðraður við bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins
21-04-2022
Í 30-unum brestur fyri nev hjá Williami. Hann hittir Lisu. Tey búsetast undir Varða og fáa tríggjar synir.
17-04-2022
Sagt verður frá barna- og ungdómsárum Williams í Havn og Keypmannahavn. Keypmanssonurin kennir á sær hitt skaldsliga kallið longu frá barnaárum.
14-04-2022