William

Familjumaður og gjøgnumbrot (2:5)
17-04-2022
Í 30-unum brestur fyri nev hjá Williami. Hann hittir Lisu. Tey búsetast undir Varða og fáa tríggjar synir.

Tað er í tretivuárunum, at tað brestur fyri nev hjá Williami. William hittir nú kvinnuna, sum verður hansara, og vissar honum eitt neyðugt støðufesti og stavnhald. Hann og Lisa, sum er ættað av Signabø, seta seg niður í nýggjum húsum uppi undir Varða, langt oman fyri býin. Tey fáa tríggjar synir.

William hevur framvegis sítt dagliga yrki í handlinum hjá pápanum, men kýtir seg samstundis at skriva og senda forlagnum í Danmark síni handrit. Til endans bragdar, og í 1934 kemur fyrsta skaldsøgan, Blæsende gry. Ein smátta verður bygd á heygnum oman fyri húsini. Hon verður hansara skaldabýli. Sum árini ganga, birtist eitt ávíst listamannaumhvørvi har um vegir.

Tveir av góðu vinmonnunum, Heðin Brú og Christian Matras, seta eisini búgv uppi undir Varða og verða grannar hjá Williami. Í smáttuni uppi á heygnum skrivar hann tær søgurnar, sum Gyldendal letur prenta árini eftir krígslok, og sum vissa honum hitt stóra gjøgnumbrotið sum rithøvundur. Frálíku ummælini veita honum nógvar lesarar, fyrst í Danmark og øðrum norðurlondum, seinni verður hann lisin víða hvar í Evropa við. Øðrvísi er í Føroyum. Her tykjast summi at halda, at tað er ringur fuglur, ið drítur í egið reiður, tá rithøvundurin, ið skrivar á donskum, í summum av skaldsøgum sínum dittar sær at lýsa stættamun og trúarlív í Føroyum. Men William er farin á flog móti hæddunum, og lívsdreymurin um at virka sum rithøvundur burturav hómast nú í firruni. 

William

Skaldskapur William Heinensens er týddur til fleiri enn tjúgu ymisk mál, hann varð heiðraður við fleiri bókmentaprísum, og var eisini í uppskoti til bókmentaheiðursløn Nobels.

Í dag er hann ein tann mest víðagitni føroyski rithøvundurin. 

Men William var ikki bara rithøvundur. Hann teknaði og málaði, klipti og smíðaði tónleik.

Tað hendi so nógv spennandi í æviskeiðnum hjá Williami Heinesen, at Suni Merkistein og Hans Petur Hansen settu sær fyri at dokumentera hann frá vøggu í grøv.

William er komin upp í ellisár, tá stóru viðurkenningarnar koma. Heiðursborgari, Sonning-virðisløn og líkt er til, at sjálvt Nobel-virðislønin stendur honum í boði
05-05-2022
Tveir av guddómligu máttunum, ið William sum ungur og glataður spælimaður váttaði sín alsk til - Bacchus og Eros - eru honum framvegis livandi og lívsjáttandi máttir
28-04-2022
Willian er nú vorðin listarmaður burturav. Hann kann liva av inntøkunum, ið hann hevur sum rithøvundur. Í 1965 verður hann heiðraður við bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins
21-04-2022
Í 30-unum brestur fyri nev hjá Williami. Hann hittir Lisu. Tey búsetast undir Varða og fáa tríggjar synir.
17-04-2022
Sagt verður frá barna- og ungdómsárum Williams í Havn og Keypmannahavn. Keypmanssonurin kennir á sær hitt skaldsliga kallið longu frá barnaárum.
14-04-2022