- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ymisk lív
Hvussu skulu tey síðstu árini verða? Spurningurin verður einaferð aktuellur hjá okkum øllum. Hjá 90 ára gomlu Rakul, sum tað mesta av lívinum hevur búð mitt í Havn, var spurningurin átrokandi, tá hon eina náttina datt í trappunum heima hjá sær sjálvari.
Tá gjørdi Rakul av, at nú var nóg mikið, nú skuldi hon flyta heimanífrá. Ellisheimið í Havn bleiv hennara nýggi bústaður. Í dag heldur hon, at tá mann ikki klárar seg sjálvan longur, so má mann lata onnur taka yvir.
Sigurð og Aðalbjørg, harafturímóti, duga als ikki at ímynda sær at vera noydd at fara á eitt heim at búgva. Tey vilja fegin klára seg sjálvi. Í dag eru tey 84 og 86 ár og búgva enn í húsunum, sum Sigurð bygdi til teirra í Oyndarfirði fyri 60 árum síðani.
Ymisk lív er ein sending full av lívsjáttan og lívsvísdómi um tað at gerast gamal og óhjálpin.
Sending frá 2005. Lagt til rættis: Barbara Samuelsen. Fotografur: Hans Petur Hansen. Klipt: Thomas Koba.

Ymisk lív
Føroysk sendirøð gjørd í 2005-2007. Ymisk lív varpar ljós á, hvussu ymiskir vit føroyingar eru.
Lagt til rættis: Barbara Samuelsen. Fotografur: Hans Petur Hansen. Klipt: Thomas Koba.






