- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ymisk lív
Nógvar smágentur droyma um at hitta prinsin á tí hvíta hestinum, sum kann geva teimum dreymatilveruna. Sum vaksnar velja kvinnurnar tó eina tilveru, sum samsvarar meira við teirra ynskir. Ymisk lív hittir hesa ferð tvær kvinnur við ógvuliga ymiskum lívsstíli og lívsáskoðan. Elin er 35 ár og heimagangandi, og hon býr saman við manninum á Húsum í Kalsoynni. Tey eiga seks børn, og øll tíðin hjá Elini fer til børnini. Hesum trívist hon væl við. Fía, hinvegin, er single og býr í Havn. Hon er 40 ár og hevur valt júst hetta lívið, tí hon vil hava tíð til sín sjálvs.
Sending frá 2005. Lagt til rættis: Barbara Samuelsen. Fotografur: Hans Petur Hansen Klipt: Thomas Koba

Ymisk lív
Føroysk sendirøð gjørd í 2005-2007. Ymisk lív varpar ljós á, hvussu ymiskir vit føroyingar eru.
Lagt til rættis: Barbara Samuelsen. Fotografur: Hans Petur Hansen. Klipt: Thomas Koba.






