Ymisk lív

Ymisk lív 6
06-01-2016
Í sendingini hitta vit tveir ymiskar menn.

Anker Mortensen er listamálari, og hann hevur seinastu nógvu árini halgað sítt lív til listina. Um morgnanar fer hann oman í lítla atelierið, sum hann leigar mitt í býnum í Havn, og eftir at hava kynt í brenniovninum, byrjar hann so spakuliga at arbeiða við palettunum. Atelierið er meira enn ein verkstova fyri Anker, og her hevur hann eisini tað mesta av tí, hann skal brúka í tí dagliga. Sjálvt um bohemalívið kann vera rættiliga fátæksligt, vildi Anker ikki skift tað um við nakað annað.

Petur Slyne, harafturímótim arbeiðir í reklamubranchuni og hevur altíð nógv um oyruni. Hann er partaeigari í lýsingastovuni Petur og Petur, og uttanlandsferðir, fundir og deadlines eru gerandiskostur hjá honum. Hann er giftur við Vivian Slyne, sum eisini hevur sína egnu fyritøku, og tey eru fyri stuttum flutt í nýggju snotiligu húsini, sum tey hava bygt í Havn. Fyri Petur hava stórir dreymar og tað at arbeiða seg uppeftir alt at siga.

Sending frá 2006. Gjørt sendingina hava: Barbara Samuelsen, Hans Petur Hansen og Thomas Koba.

Ymisk lív

Føroysk sendirøð gjørd í 2005-2007. Ymisk lív varpar ljós á, hvussu ymiskir vit føroyingar eru.

Lagt til rættis: Barbara Samuelsen. Fotografur: Hans Petur Hansen. Klipt: Thomas Koba.

Í sendingini hitta vit tveir ymiskar menn. Annar er tónleikari, útvarpsvertur og undirheldur um næturnar - hin er prestur og virkin í missónsarbeiði
09-01-2016
Í sendingini hitta vit tvær ymiskar kvinnur. Onnur í Gásadali og hin á Tvøroyri
08-01-2016
Í Ymiskum lívi hesa ferð hitta vit tveir menn, sum báðir eru fyrst í fimtiárunum. Teir búgva og arbeiða í Havn, men har steðgar líkheitin eisini
07-01-2016
Í sendingini hitta vit tveir ymiskar menn.
06-01-2016
Tvær kvinnur, tvey lív.
05-01-2016
Ymisk lív hittir hesa ferð tvær kvinnur við ógvuliga ymiskum lívsstíli og lívsáskoðan.
03-01-2016
Hvussu skulu tey síðstu árini vera? Spurningurin verður einaferð aktuellur hjá okkum øllum.
02-01-2016
Tvær kvinnur - tvey lív.
01-01-2016