Ymisk lív

Ymisk lív 5
05-01-2016
Tvær kvinnur, tvey lív.

Sendingin er um tá 74 ára gomlu Fanny Olsen í Árnafirði. Hon eigur og rekur einasta handilin í bygdini, og hóast tað bara eru einir fýra-fimm kundar um dagin, møtir hon trúføst upp til arbeiðis hvønn morgun.

Handilin hevur verið í familjuni í mong ár, og Fanny hevur leingi vitað, at tað var hennara lutur at føra familjutraditiónina víðari og sostatt verða verandi í Árnafirði. Og hjá henni hevur tað verið júst tað rætta.

Marjun King úr Leirvík, harafturímóti, hevur altíð tráað eftir at sleppa út í verðina. Longu heilt ung droymdi hon um fjarskotin og eksotisk lond, og 20 ára gomul gjørdi hon av at fylgja dreyminum og byrja eina karrieru uttanlands.

Hon hevur búð og arbeitt nógvastaðni, seinastu 20 árini í London. Marjun er í dag 59 ár og býr nú í West End saman við enska manninum James. Tey eru bæði nýliga pensionerað og hava úr at gera við at njóta sítt otium.

Sending frá 2006. Sendingina gjørdu: Barbara Samuelsen, Hans Petur Hansen og Thomas Koba.

Ymisk lív

Føroysk sendirøð gjørd í 2005-2007. Ymisk lív varpar ljós á, hvussu ymiskir vit føroyingar eru.

Lagt til rættis: Barbara Samuelsen. Fotografur: Hans Petur Hansen. Klipt: Thomas Koba.

Í sendingini hitta vit tveir ymiskar menn. Annar er tónleikari, útvarpsvertur og undirheldur um næturnar - hin er prestur og virkin í missónsarbeiði
09-01-2016
Í sendingini hitta vit tvær ymiskar kvinnur. Onnur í Gásadali og hin á Tvøroyri
08-01-2016
Í Ymiskum lívi hesa ferð hitta vit tveir menn, sum báðir eru fyrst í fimtiárunum. Teir búgva og arbeiða í Havn, men har steðgar líkheitin eisini
07-01-2016
Í sendingini hitta vit tveir ymiskar menn.
06-01-2016
Tvær kvinnur, tvey lív.
05-01-2016
Ymisk lív hittir hesa ferð tvær kvinnur við ógvuliga ymiskum lívsstíli og lívsáskoðan.
03-01-2016
Hvussu skulu tey síðstu árini vera? Spurningurin verður einaferð aktuellur hjá okkum øllum.
02-01-2016
Tvær kvinnur - tvey lív.
01-01-2016