- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ymisk lív
Annar er viðurkendi rithøvundurin og skribenturin Carl Jóhan Jensen. Hann er ein maður, sum ikki ræðist at leggja seg út í almenna kjakið, og hann hevur fleiri ferðir fingið sinnið í fólk, millum annað við sínum sera bersøgnu ummælum. Hann eigur tveir tannáringar og býr saman við avstralsku konuni, Kate.
Hin maðurin í sendingini er 52 ára gamli Jóhan Davidsen. Hann hevur seinastu 16 árini arbeitt sum ruskmaður í Havn, og hansara dagur byrjar tíðliga á morgni, áðrenn flestu okkara hava fingið eygu. Hann er ógiftur og eigur eingi børn, so aftan á arbeiðstíð dámar honum væl at spasera runt í býnum og práta við fólk. Tað bókliga hevur ongantíð havt hansara stóra áhuga, so aftan á sjey ára skúlagongd var hann glaður at sleppa til arbeiðis.
Sendingin, sum var gjørd í 2006, hava Barbara Samuelsen, Hans Petur Hansen og Thomas Koba gjørt.

Ymisk lív
Føroysk sendirøð gjørd í 2005-2007. Ymisk lív varpar ljós á, hvussu ymiskir vit føroyingar eru.
Lagt til rættis: Barbara Samuelsen. Fotografur: Hans Petur Hansen. Klipt: Thomas Koba.






