Ymisk lív

Ymisk lív 8
08-01-2016
Í sendingini hitta vit tvær ymiskar kvinnur. Onnur í Gásadali og hin á Tvøroyri

Petra Joensen er fødd og uppvaksin í Gásadali, og hon býr einsamøll í gomlu húsunum hjá foreldrunum. Hennara gerandisdagur minnir nógv um gerandisdagin soleiðis, sum hann var í Føroyum fyri nógvum árum síðani.

Kolovnurin stendur í køkinum enn, og kúgvin er í kjallaranum. Petru dámar ógvuliga væl friðin, sum er í Gásadali, og modernaða brúkarasamfelagið sigur henni púra einki.

Annu Kirstin Thomsen harafturímóti dámar best at vera har, sum okkurt hendir. Hon býr á Tvøroyri, og her er hon kend í býarmyndini sum ein modernað og nýskapandi dama.

Saman við beiggja sínum eigur hon Pubbina, sum tey hava gjørt í gomlu krammbúðini hjá Thomsen, sum var langabbi Annu Kirstin. Pubbin er blivin eitt rættiligt "inn stað" á Tvøroyri, men hetta við at stinga nøsina ov langt fram og royna nýggjar leiðir er ikki bara lætt.

Sending frá 2006. Gjørt sendingina hava: Barbara Samuelsen og Hans Petur Hansen.

Ymisk lív

Føroysk sendirøð gjørd í 2005-2007. Ymisk lív varpar ljós á, hvussu ymiskir vit føroyingar eru.

Lagt til rættis: Barbara Samuelsen. Fotografur: Hans Petur Hansen. Klipt: Thomas Koba.

Í sendingini hitta vit tveir ymiskar menn. Annar er tónleikari, útvarpsvertur og undirheldur um næturnar - hin er prestur og virkin í missónsarbeiði
09-01-2016
Í sendingini hitta vit tvær ymiskar kvinnur. Onnur í Gásadali og hin á Tvøroyri
08-01-2016
Í Ymiskum lívi hesa ferð hitta vit tveir menn, sum báðir eru fyrst í fimtiárunum. Teir búgva og arbeiða í Havn, men har steðgar líkheitin eisini
07-01-2016
Í sendingini hitta vit tveir ymiskar menn.
06-01-2016
Tvær kvinnur, tvey lív.
05-01-2016
Ymisk lív hittir hesa ferð tvær kvinnur við ógvuliga ymiskum lívsstíli og lívsáskoðan.
03-01-2016
Hvussu skulu tey síðstu árini vera? Spurningurin verður einaferð aktuellur hjá okkum øllum.
02-01-2016
Tvær kvinnur - tvey lív.
01-01-2016