Skiftissiðir á lívsleiðini

Skiftissiðir: Kirkjuligir spurningar (10:15)
17-10-2002
Marjun Bæk, prestur, greiðir frá um kirkjuligar spurningar. Millum annað, hví tað er so ymiskt, hvat prestar siga, tá børn verða borin til dópin

Søgan um sjeyarmaða ljósastakan. Hví er tað so ymiskt, sum prestarnir siga, tá barnið skal doypast? Hvussu verður prestur settur í starv? Hvussu kann mann fáa sítt navn broytt?

Vit reisa okkum, meðan prestur lesur bíbliutekstin, lýsir vælsignilsi og tá trúarjáttanin verður søgd. Hvussu fyrireikar prestur eina prædiku? Hvussu ger man, tá man vil at barnið skal doypast? Hvør kann verða faddur?

Vit hoyra eisini um heimadóp og um vaksin, sum verða doypt í Fólkakirkjuni og offur tá barn verður doypt. Er munur á gentu og dreingjabarni, tá gingið verður inn í kirkjuna til dóp?

Vit frætta eisini um dópskjólan og um foreldramyndugleika. Sendingin varð fyrru ferð send 17.10.2002.

Skiftissiðir á lívsleiðini

Savnssending   Øll menniskju hava ymsar skiftissiðir í samband við føðing, dóp, pubertet, polterabend, hjúnarlag og í samband við deyða. Hesar sendingar lýsa hesar siðir í okkara føroyska umhvørvi.
Hans, Jógvan,Teitur, Anna-Katrina og Rakul. Lektari í religión Anne-Lene Olufson sigur frá um konfirmatión sum fyribrigdi
08-11-2001
Elin Súsanna Jacobsen, søgufrøðingur, og Heri Joensen, prestur, siga frá um dópin
25-10-2001
Elin Súsanna Jacobsen, søgufrøðingur, sigur frá ymsum skiftissiðum. Í fyrstu sendingini sigur hon frá um ymsar skiftissiðir
11-10-2001
  •