Skiftissiðir á lívsleiðini

Skiftissiðir: Um kirkjulig viðurskifti (9:15)
10-10-2002
Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, og Marjun Bæk, prestur, siga frá ymsum kirkjuligum viðurskiftum

Jóan Pauli, fólkalívsfrøðingur sigur frá, hvønn status kirkja og prestur og deknur hava havt í føroyska samfelagnum. Hví standa flest allar kirkjur niðri við sjóvarmálan?

Marjun Bæk, prestur, sigur frá, hví kirkjurnar hava klokku. Hvørja funktión hevur kirkjan og hvat ger prestur? Um kirkjubøkurnar. Hvussu verður mann limur ella strikar seg sum lim í Fólkakirkjuni?

Um sókn og at loysa sóknarband. Um mann ikki er limur, kann man so - hóast tað - fáa kirkjuliga jarðaferð? Vit hoyra eisini søguna um prestakjólan, altarsklæðini, ritualini og prædikutekstirnar - fyrru og aðru tekstarøð.

Sendingin varð fyrru send 10.10.2002.

Skiftissiðir á lívsleiðini

Savnssending   Øll menniskju hava ymsar skiftissiðir í samband við føðing, dóp, pubertet, polterabend, hjúnarlag og í samband við deyða. Hesar sendingar lýsa hesar siðir í okkara føroyska umhvørvi.
Hans, Jógvan,Teitur, Anna-Katrina og Rakul. Lektari í religión Anne-Lene Olufson sigur frá um konfirmatión sum fyribrigdi
08-11-2001
Elin Súsanna Jacobsen, søgufrøðingur, og Heri Joensen, prestur, siga frá um dópin
25-10-2001
Elin Súsanna Jacobsen, søgufrøðingur, sigur frá ymsum skiftissiðum. Í fyrstu sendingini sigur hon frá um ymsar skiftissiðir
11-10-2001
  •