Í hesum døgum ganga hundraðtals næmingar til próvtøku. Summi njóta tað, meðan onnur stúra. Vit skimast nærri at próvtøkuhættum og próvtøkutrýsti
Solveig á Torvalaðnum er 17 ára gomul og gongur í 2.s í Studentaskúlanum í Hoydølum og Hervør Pálsdóttir er 21 ára gomul og lesur politikk og umsiting á fyrsta ári á Setrinum.
Solveig dámar illa at fara upp í próvtøku, tí hon gerst so fjálturstungin og fær black-out, meðan hjá Hervør er tað eingin trupulleiki. Hoyr tær báðar skifta orð um hetta evnið, og hvørji ráð tær hava at geva við víkjandi próvtøku.
Skimin skimast um alskyns viðurskifti, ið røra seg í samfelagnum. Í hvørjari sending verður farið í dýpdina við einum evni, sum rørir seg millum ungdómin í Føroyum