Nýtsla av magnetiskum dátum (Nýtsla av magnetiskum dátum í basaltumhvørvi). Vanliga verða magnetiskar dátur nýttar til at eyðmerkja, hvussu jarðfrøðin undir legugrýtinum sær út. Kanningar hava tó víst, at magnetiskar dátur ikki kunna nýtast til slíkt á føroyska landgrunninum. Í fyrilestrinum verður greitt frá, hvør orsøkin er til hesa støðu, og hvussu magnetiskar dátur allíkavæl kunna nýtast til at siga nakað um jarðfrøðina undir basaltinum, og um basaltið sjálvt
Gjørt sendingina:
Ingibjørg Jacobsen
Alexander G. Joensen
Ragnar C. Joensen
Kovboy Film
Maiken Poulsen
Jákup Sørensen
Ivan Niclasen
Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera.
Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti.
Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum.
Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steðg í nøkur ár, nú tikin upp aftur. Sum so er Speki í somu sjangru sum fyrilestrar á eitt nú DK4, BBC Open University, TED.Com og Danskernes Akademi, sum er at síggja á DR2. Síðstnevnda røðin byrjaði í 2010.
Kringvarp Føroya er ein av týdningarmestu mentanarstovnunum í Føroyum. Tí er tað at miðla vitan ein týðandi táttur í public-service tilboðnum hjá Kringvarpinum.
Slag av sending: Sjónvarpsfyrilestrar
Málbólkur: 20+, áhugað í vísindum og vitan
Sendilongd: 20 min.
Samskipari fyri Fróðskaparsetrið er Anna Katrin Matras, annakm@setur.fo
Samskipari fyri Kringvarpið er Ivan Hentze Niclasen, in@kvf.fo