Í apríl 1906 kom føroyski fólkatingsmaðurin Jóannes Patursson til Føroya við einum tilboði, sum hann legði fyri løgtingið. Tilboðið vildi í høvuðsheitum havt við sær, at løgtingið fekk ábyrgd av nøkrum málsøkjum í Føroyum og afturfyri fekk heimild at krevja skatt inn í Føroyum. Tað stóðst politiskt rumbul av tilboðnum.
Mótstøðumenn Jóannes Paturssonar í løgtinginum sáddu iva um heimild hansara at leggja tilboðið fyri løgtingið, sum 20. mai 1906 sendi skriv til løgmálaráðharran, Peter Adler Alberti, ið hevði ábyrgdina av føroyskum viðurskiftum, har spurt varð eftir heimildini hjá Jóannesi Patursson.
Hóast játtandi svar kom frá Alberti 1. juni 1906, so vístu føroyska veljarafjøldin og løgtingið tilboðnum frá sær. Í 1908 noyddist Alberti at leggja frá sær orsakað av fíggjarsviki og skjalafalsan. Hann varð dømdur og fekk átta ára fongsulsrevsing.
Síðan hevur tilboðið verið knýtt at viðurskiftum kring ein meira ivasaman leiklut hjá Alberti og nakrir spurningar um upprunan til og innihaldið í tilboðnum hava verið óloystir í føroyskari søgugransking. Í hesum fyrilestri verður tann fyrri spurningurin, sum snýr seg um upprunan til tilboðið, umrøddur.
Fyrilestrarhaldari: Hans Andrias Sølvará.