- Tíðindi, mentan og ítróttur
Speki
Aling á opnum havið. Aling ferð longu fram á flestu vardu økum í Føroyum. Neyðugt er tí at fara út á meira harðbalað økir, um alivinnan skal vaksa. Fiskaaling, saman við vinnu og veitarum, er í holt við eina verkætlan, har tvey alibúr verða løgd eystan fyri Nólsoynna.
Tó verður ongin fiskur í teimum fyribils. Alda og streymur eru mátaði í økinum síðani 2010. Teldumyndlar eru gjørdir av búrum í teimum líkindum, sum eru væntandi út frá mátingunum. Útgerðin er tillagað teimum kreftum, sum eru væntaðar eftir teldumyndlunum.
Tá búrini eru komin at liggja, verða kreftir í teymum og nótum mátað. Hesar kreftir verða samanbornar við tær, ið teldumyndlarnir góvu, so teldumyndlarnir kunna gerast betri. Verður úrslitið av hesi verkætlan jaligt, kann hon verða grundarlag fyri næsta stigi, sum er at hava fisk í búrunum.
Speki
Savnssending
Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera.
Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti.
Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum.
Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steðg í nøkur ár, nú tikin upp aftur. Sum so er Speki í somu sjangru sum fyrilestrar á eitt nú DK4, BBC Open University, TED.Com og Danskernes Akademi, sum er at síggja á DR2. Síðstnevnda røðin byrjaði í 2010.
Kringvarp Føroya er ein av týdningarmestu mentanarstovnunum í Føroyum. Tí er tað at miðla vitan ein týðandi táttur í public-service tilboðnum hjá Kringvarpinum.
Slag av sending: Sjónvarpsfyrilestrar
Málbólkur: 20+, áhugað í vísindum og vitan
Sendilongd: 20 min.
Samskipari fyri Fróðskaparsetrið er Anna Katrin Matras, annakm@setur.fo
Samskipari fyri Kringvarpið er Ivan Hentze Niclasen, in@kvf.fo