Fyrilestur hjá Karin Margrethu H. Larsen, havfrøðingi
Hitabroytingar í føroyskum sjógvi Lýsing av fyrilestri: Í 25 ár hevur Havstovan mátað hitan í føroyskum sjógvi. Ymsar broytingar eru hendar hesi árini, og til dømis vaks hitin eitt stig frá miðskeiðis í 1990unum og eini 10 ár fram. Tá vit tosa um sjógv, er hetta ein stór øking, og her verður hugt nærri at, hvør upprunin er til hesa øking umframt upprunan til aðrar broytingar.
Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera.
Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti.
Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum.
Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steðg í nøkur ár, nú tikin upp aftur. Sum so er Speki í somu sjangru sum fyrilestrar á eitt nú DK4, BBC Open University, TED.Com og Danskernes Akademi, sum er at síggja á DR2. Síðstnevnda røðin byrjaði í 2010.
Kringvarp Føroya er ein av týdningarmestu mentanarstovnunum í Føroyum. Tí er tað at miðla vitan ein týðandi táttur í public-service tilboðnum hjá Kringvarpinum.
Slag av sending: Sjónvarpsfyrilestrar
Málbólkur: 20+, áhugað í vísindum og vitan
Sendilongd: 20 min.
Samskipari fyri Fróðskaparsetrið er Anna Katrin Matras, annakm@setur.fo
Samskipari fyri Kringvarpið er Ivan Hentze Niclasen, in@kvf.fo