Speki: Sjóvarfalsorka - ein møgulig rein orkukelda
25-06-2014
Fyrilestur hjá Knud Simonsen, havfrøðingi
Tøknin til at gagnnýta orkuna í sjóvarfalsrákinum er í stórari menning úti í heimi, og spírar til líknandi virksemi síggjast nú eisini í Føroyum. Í framløguni verður leysliga greitt frá um hesa tøknina, og um ætlanir at seta út hesa tøknina hjá næstu grannum okkara fyri sunnan.
Síðani verður greitt frá verkætlan, har streymmátingar og teldumyndlar eru nýtt til at meta um orkunøgdina, sum er í rákinum í føroysku sundunum.
Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera.
Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti.
Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum.
Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steðg í nøkur ár, nú tikin upp aftur. Sum so er Speki í somu sjangru sum fyrilestrar á eitt nú DK4, BBC Open University, TED.Com og Danskernes Akademi, sum er at síggja á DR2. Síðstnevnda røðin byrjaði í 2010.
Kringvarp Føroya er ein av týdningarmestu mentanarstovnunum í Føroyum. Tí er tað at miðla vitan ein týðandi táttur í public-service tilboðnum hjá Kringvarpinum.
Slag av sending: Sjónvarpsfyrilestrar
Málbólkur: 20+, áhugað í vísindum og vitan
Sendilongd: 20 min.
Samskipari fyri Fróðskaparsetrið er Anna Katrin Matras, annakm@setur.fo
Samskipari fyri Kringvarpið er Ivan Hentze Niclasen, in@kvf.fo