- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey stóru orðini

Deyðssyndin í dag er vreiði.
Sannast má, at vreiði mann vera vanligasta deyssyndin, tí óð, ilsk og vreið eru vit tíðum.
Ymiskt er, hvussu vit takla vreiðina - stóisk ró og friður, sigur onkur.
Onnur siga tað vera sunt og gott at vísa sínar kenslur.

Tey stóru orðini
Savnssending
Theodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi.
Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig?
Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð.









