- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey stóru orðini
Tað ber illa til at vraka orðingina, til deyðin tykkum skilir, í brúðarritualinum, tí kærleiki kann ikki bindast í ein tíðaravmarkaðan sáttmála. Tað staðfestir Theodor Eli Dam Olsen, prestur, sum í sendingini, Tey stóru orðini, tosar um kærleikan.
Prestur greiðir í brotinum frá gamlari søgu um brúðarpar, ið segði við prestin, at tey ikki ynsktu orðingina, til deyðin tykkum skilir. Hoyrið, hvat presturin svaraði her.
Sendirøðin, Tey stóru orðini, endar við trimum sendingum um kærleika. Theodor Eli Dam Olsen greiðir frá, hvat kærleiki er. Lýsir hugtakið gjøgnum evropeiska søga og gjøgnum Nýggja og Gamla Testamenti.
Hetta er onnur sending av trimum um kærleikan, sum verður at hoyra í fullari longd í útvarpinum hósdagin aftan á tíðindini klokkan 17.