Stykkjagóðs

 
Er kopiera

Tak niður

Bíða við..
Stykkjagóðs
Um Sendingina

Savnssending

 

Stykkjagóðs er løtt og summarslig sending, á tremur við góðum tónleiki, práti, samrøðum, tjakpaneli, nýggjari PowerPlay og føroyskum klassikara við søguni um sangin hvørja viku, eins og einum soulklassikara hvønn dag.

 

Hvønn dag klokkan 11:15 eru føst evni á skránni. Mánadagar er evnið minnilutin, týsdagar umrøður serfrøðingapanelið, ið er mannað av Ingvør Nolsøe, Inga Joensen og Birgir Kruse, samleikan hjá einari føroyskari fyritøku ella stovni, mikudagar støkkur summargestur á gátt.

 

Hósdagar er evnið ”eg og tónleikurin”, har gestirnir yvirhøvir eru fólk, vit ikki seta í samband við tónleik, og fríggjadagar seta vit 12 spurningar umframt teir ókendu til fólksins umboð. Vertir eru Gunnar Nolsøe og Fróði Løkságarð.

 

Stykkjagóðs er júst felagsnevnarin hjá sendingini og farmaskipunum – tí í sendingini verður borðreitt við eitt sindur av hvørjum, tað veri seg fastir tættir eins og ymiskt, ið er sermerkt fyri júst henda dagin ella hesa vikuna.

 

Og so er tað navnið! Stykkjagóðs er orð ella hugtak, ið stavar frá tíðini tá farmaskipini sigldi við alskyns leysum farmi. Mong minnast kanska orðið frá Skipalistunum, ið vórðu sendir í útvarpinum týsdagar klokkan 12.50 fyri mongum árum síðani. Vælkomin – tune in, turn on!

Samband

Sendinga webform